Heim | Gjørd arbeiði | Slóðir | Samband |  English | Innrita
Protan takdúkur   Protan Membranar   Protan altandúkur   Um Protan   Nýtsluøki   Eitt sindur um   Teknisk ráðgeving   Telduvarps torgið   
Eitt sindur um
Eitt sindur um > Inntakt
Inntakt
Navnið INNTAKT kemur av, at hús verða takt inni, og at tá arbeiðið er liðugt, skal tekjan verða intakt.

Eftir langa umhugsan tóku vit avgerð um, at vit vildu avmarka okkara arbeiðsumráði til bert at umfata tekjur, altanir og membranar. Hetta varð gjørt, tí vit vildu gerast betri til okkara arbeiði, og at kundin skuldi kunna føla seg tryggari, tí at fyritøkan ikki ger alt handverk, men spesialiserar seg í einum umráði.

Pápi Eyðun og Martin, Jens Christan Dam, gjørdist umboð fyri Protan í 1989, men av tí at tíðirnar broyttust stutt eftir kom ongin gongd á søluna. Ikki fyrr enn níggju ár eftir - í 1998 - varð Inntakt sett á stovn við tí endamáli at spesialisera seg í tekjum.

Tað kann sigast, at móttøkan var misjøvn. Hugbursbroytingar skuldu til, nú skuldi tekjast 12 mánaðir um árið og ikki 5 mánaðir sum vanligt var. Men vit fingu eitt tak nú og eitt annað tá, og føroyingar sóu, at takt varð í øllum veðri, og úrsliti var gott hvørja ferð.

Tað gekk seint at menna fyritøkuna fyrstu árini. Í 2005 vóru boð úr Íslandi eftir takáleggjarum, ið kendu til veðurviðurskiftini hjá teimun. Og hvat var meira nærliggjandi enn hjá Inntakt at senda takáleggjarar til Íslands.

Vit komu til eina fyritøku við 25 ára royndum innan Protan, (teir løgdu á tekjuna á Norðurlandahúsið) Tað vóru brøðurnir Bjarni og Hallgrímur Axelson, sum samstarvað varð við. Og ikki kann sigast annað enn, at vit hava lært nógv frá hesum báðum, bæði um vetrararbeiði og onnur góð ráð - og vilja vit siga stóra tøkk fyri tað.

Í 2006 kom uml. 50 % av inntøkuni hjá Inntakt frá útlondum.
PrentaDagført 05.09.2008

I-Tak Sp/f | á Hjalla 6 | 188 Hoyvík | Føroyar | +298 22 59 77 | itak@itak.fo